Arktiska ráðið hevur ein umhvørviseftiransingarleist fyri norðaru partarnar av okkara hemisferu. Hendan kanningarskipanin nevnist Arctic Monitoring and Assessment Program, ella í stuttum AMAP. Endamálið við AMAP er at fáa eina einháttaða og samanberiliga lýsing av útbreiðsluni av umhvørviseitrandi evnum á okkara leiðum og norðanfyri.
Úrslitini av kanningunum verða síðani nýtt í støðismetingum av umhvørviseitrandi evnum. Hetta verður gjørt antin við at lýsa árin á fólkaheilsu, við at lýsa útbreiðslu av umhvørviseitrandi evnum í náttúruni og verum, sum har liva, ella í breiðari samstarvi við serkønum fólki innan onnur fakøki, at lýsa árin av einari serligari vinnu, t.d. olju og gass-framleiðslu.
Arktiska ráðið hevur eisini gjørt eina frágreiðing um veðurlagsbroytingar á okkara leiðum og norðanfyri - sonevnda ACIA frágreiðingin - sum saman við øðrum frágreiðingum, ið AMAP arbeiðsbólkurin hevur lut í, eru at finna á www.amap.no
Niðanfyri eru leinkjur til tær AMAP frágreiðingarnar Umhvørvisstovan hevur gjørt.